Partabrævið í Bakkafrosti hækkar aftur

Partabrævið í Bakkafrosti hækkar aftur
Tá keypsskálin læt aftur í gjár, var partabrævið hækkað 5,29 prosent
Bakkafrost væntar, at úrslitið í øðrum ársfjórðingi verður 353 milliónir kr. fyri rentur og skatt.
 
20.07.2023 - 08:23

Partabrævið í Bakkafrosti er á veg uppaftur, eftir at tað fór knappliga 15 prosent niður mánadagin.

Orsøkin var helst tann, at Bakkafrost sunnudagin boðaði frá lakari úrsliti í øðrum ársfjórðingi enn áður hildið.

Tá keypsskálin læt aftur í gjár, var partabrævið hækkað 5,29 prosent.

Bakkafrost boðaði sunnudagin partaeigarunum frá, at rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi fyri rentur og skatt verður 353 milliónir krónur.

Orsøkin er, at minni var tikið, og laksurin vigaði minni.

Prísurin fyri feskan laks minkaði eisini.

Í Føroyum kostaði fellið 32 milliónir krónur og 43 milliónir í Skotlandi.

Endaliga úrslitið í øðrum ársfjórðingi kemur 22.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083