Bógrampan av Estoniu bjargað

Bógrampan av ferjuni MS Estoniu, sum sakk í Eystursjónum 28. september 1994, er nú bjargað og verður førd til Estlands. 

Bjargingin av bógrampuni er ein liður í nýggjari kanning, sum endaliga skal staðfesta, hvussu MS Estonia sakk í illveðrinum 28. september, og 852 fólk sjólótust. 

Nýggja kanningin av vanlukkuni verður gjørd av estiska trygdarkanningarstovninum, OJK, og svenska systurstovninum, SHK. 

Umframt bógrampuna, so varð eisini eitt petti av bagborðssíðuni av Estoniu bjargað.

Somuleiðis vórðu smáar royndir tiknar av stýriborðssíðuni av skrokkinum, og av glasinum í einum kúgveyga og stálinum rundan um kúgveygað. 

Hesaferð vóru bara undirvatnsrobottar brúktir til at kanna Estoniu.

Robottarnir vóru millum annað sendir inn at kanna á bildekkinum, har teir hugdu nærri at eitt nú instrumentbrettinum og kontrolpanelinum, sum hoyrdu til bógrampuna. 

Skipbrotið hjá Estoniu er tann størsta vanlukkan á havinum í friðartíð síðani Titanic sakk í 1912. 

 

Fakta um MS Estoniu

  • Ferjan varð bygd í Meyer Werft-skipasmiðjuni í Týsklandi í 1980
  • Ferjan hevði áður itið The Viking Sally (1980 til 1990), The Silja Star (1990-1991) og Wasa King. 
  • MS Estonia byrjaði at sigla undir estiskum flaggi 2. februar 1993, og var tá sett í sigling millum Tallinn og Stokkhólm. 
  • Vanlukkunáttina 28. september 1994 arbeiddi manningin í tveimum skiftiliðum, og skipsførarar vóru Arvo Andresson og Avo Piht.
  • Beint áðrenn klokkan eitt byrjaði Estonia at søkka, og tá klokkan var farin av tvey, var ferjan sokkin.
  • Av teimum 989 fólkunum, sum vóru umborð, bjargaðust einans 137. 852 fólk sjólótust, og líkini av einans 95 av teimum druknaðu eru bjargað. 
  • Vrakið av Estonia liggur á 80 metra dýpi. 
  • Bógportrið var funnið eitt sjómíl frá restini av vrakinum, og tað varð bjargað í november 1994 og ført til Hanko í Finlandi sum liður í kanningararbeiðinum í sambandi við vanlukkuna. 
  • Altjóða kanningarnevndin lat í 1999 svenska siglingarsavninum bógportrið, og tað liggur nú í einari støð hjá svensku sjóverjuni á oynni Muskö.
  • Sambært altjóða kanningarnevndini, so var bógportrið orsøkin til vanlukkuna. Bógportrið og rampan, ið sat fast á tí, stukku av í ringa veðrinum. Tað gjørdi, at sjógvur kom inn á bildekkið, og tað var orsøkin til, at Estonia fór runt og sakk.
Er kopiera