Summarfestival-skráin: Europe spælir fríggjakvøldið

Summarfestival-skráin: Europe spælir fríggjakvøldið
So er greitt, at stóra høvuðsnavnið á Summarfestivalinum, svenski rokkbólkurin Europe, spælir fríggjakvøldið á Summarfestivalinum. Skráin er nú tøk
Yvirhøvur er skráin til ársins Summarfestivali kanska ein tann frægasta í fleiri ár, hóast tú altíð gongur við einari kenslu av, at tað kundi verið fleiri nøvn á skránni, serliga útlendsk
Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir  
 
26.07.2023 - 00:08

Summarfestvalurin verður fyriskipaður í Klaksvík frá hósdegnum 3. august til leygardagin 5. august. 

Hesar tríggjar dagarnar bjóðar festivalurin gestunum 30 konsertir við fimm úlendskum og 25 føroyskum tónleikanøvnum. 

Skráin er tøk, og nú er greitt, at alt yvirskuggandi høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í ár, svenski rokkbólkurin Europe, fer á stóra pallin á Vágsbøi fríggjakvøldið 4. august klokkan 22. 

Samanumtikið er fríggjakvøldið á Summarfestivalinum í ár rættiliga sterkt tónlistarliga.

Umframt Europe, so eru Hanus G., Hamradun, Vágaverk og Jens Marni Hansen eisini á skránni hetta kvøldið.

 

Ein tann frægasta skráin

Yvirhøvur er skráin til ársins Summarfestivali kanska ein tann frægasta í fleiri ár, hóast tú altíð gongur við einari kenslu av, at tað kundi verið fleiri nøvn á skránni, serliga útlendsk.

Danski bólkurin Jonah Blacksmith, ið fer á pallin sunnunáttina klokkan tvey, er eitt spennandi navn, ið seinasta árið hevur hittað við frálíka poppsanginum "House On Fire". 

Harumframt eru nøkur av sterkastu føroysku nøvnunum í løtuni eisini á Summarfestival-skránni, eitt nú Marius Ziska, RSP, Reiley og Guðrið Hansdóttir, sum vann FMA-heiðurslønir fyri bæði "Ársins útgávu" og "Ársins tekst".

 

Úr gloymskuni

Men eingin Summarfestivalur uttan at fyriskipararnir hava grivið okkurt tónleikanavn fram úr gloymskuni. 

Í ár eru tað 73 ára gamla Suzi Quatro úr USA, ið hittaði stórt í sjeytiárunum við sínum bassi, og 60 ára gamli Thomas Anders úr týska bólkinum Modern Talking, ið hinvegin hittaði stór í áttatiárunum.

Tað er altíð ein ávísur váði samantvinnaður við at hála sovorðin nøvn upp úr gloymskuni og út á pallin, tí hvussu eru tey í roynd og veru fyri at framføra? 

Summarfestivalurin hevur onkur ræðudømir at vísa á í so máta. Hóast Robin Gibb úr Bee Gees nokk er kendasta navnið, ið hevur spælt á Summarfestivalinum, so er tann konsertin farin í søguna sum eitt dømi um, hvussu galið tað kann ganga.

Livst, so spyrst!

Um nakar ivast í, hvussu limirnir í Europe eru fyri, so fæst sjón fyri søgn HER

>>Øll Summarfestival-skráin kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084