Sleppa at landa uttanlands

Sleppa at landa uttanlands
Føroysk skip sleppa nú at landa makrel uttanlands til 31. august. Tað hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, kunngjørt.
 
26.07.2023 - 07:14

Skipini hava í summar landað makrel bæði til frystivirki og til fiskamjølsvirki í Føroyum. 

Nú frystivirkini fyribils eru givin at taka makrel, kunnu skipini bara landa til fiskamjølsvirki. 

Hetta ger, at skipini bíða eftir at sleppa framat.

Fyri at sleppa undan hesum, sleppa skipini nú í ein góðan mánað at fara uttanlands við makrelinum.

Sleppa ikki at landa í Íslandi
Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið hevur spurt norskar og íslendskar myndugleikar um møguleikar hjá føroyskum skipum at landa makrel. 

Ísland hevur boðað frá, at ikki er loyvt føroyskum skipum at landa makrel í íslendskum havnum.

Men Noreg sigur, at har kunnu føroysk skip landa makrel. 

Tó er tilskilað, at sølan skal vera gjøgnum søluskipanina hjá Norges Sildesalgslag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083