Varðin Pelagic ikki byggiloyvi

Varðin Pelagic ikki byggiloyvi
Varðin Pelagic fekk ikki endaligt byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðju á eykabýráðsfundinum á Tvøroyri í gjár.
 
26.07.2023 - 07:16

Býráðið samtykti, at áðrenn endaligt byggiloyvi verður givið, skal sáttmáli gerast millum Varðan Pelagic og Tvøroyrar kommunu um sjóøkið, ið skal fyllast út við gróti úr Hvalbiarbergholinum.

Varðin Pelagic ber í fyrsta umfari allan kostnað, eisini fyri at flyta grótið til Tvøroyrar, stendur í samtyktini.

Tvøroyrar kommuna eigur grótið, sum skal seljast Varðanum Pelagic.

Varðin Pelagic skal eisini útvega øll loyvi, sum krevjast fyri at koyra grót á sjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083