Formaðurin mælir frá at skilja Búskaparráðið og Landsbankan sundur aftur

Formaðurin mælir frá at skilja Búskaparráðið og Landsbankan sundur aftur
Fakliga umhvørvið kring Búskaparráðið er nógv styrkt við at savna Búskaparráðið og Landsbankan, heldur Fróði Magnussen, formaður
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, er glaður fyri samstarvið við Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.07.2023 - 09:00

Formaðurin í Búskaparráðnum, Fróði Magnussen, heldur tað ikki vera skilagott at skilja Búskaparráðið og Landsbankan frá hvørjum øðrum aftur.

Tað sigur hann í grein um dagarnar.

Við at savna Búskaparráðið og Landsbankan, er styrkt um fakliga umhvørvið, tí nú eru tað níggju ella tíggju fólk, ið kunna geva sítt íkast til arbeiðið hjá Búskaparráðnum, heldur enn bara ein ella hálvurannar skrivari.

- Og við at hava eina nevnd heldur enn tvær nevndir, sparir landið pengar, sigur Fróði Magnussen.

Eisini vísir hann á, at nevndin í Búskaparráðnum ikki hevur fyri neyðini at leiga sær høli, tá ið frágreiðingar skulu skrivast, men brúkar hølini hjá Landsbankanum, og tá sparir landið pengar.

- Við at fyrisitingin í Landsbankanum avgreiðir alt tað fyrisitingarliga, er ikki neyðugt við eykað kostnaði til fyrisiting, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262