Danir fagna Jonas Vingegaard

Danir fagna Jonas Vingegaard
Danmark stendur á høvdinum í dag, nú Tour de France-vinnarin, Jonas Vingegaard, verður fagnaður í Keypmannahavn
Jónas Vingegaard gevur sær góða tíð at heilsa upp á fólk og skriva autografar
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.07.2023 - 11:11

Jónas Vingegaard verður aftur í ár fagnaður í danska høvuðsstaðnum í dag í sambandi við, at hann skrivaði danska ítróttarsøgu og vann Tour de France annað árið á rað. 

Tað hevur eingin dani gjørt áður. 

Á skránni í dag eru pannukakur og talur á Ráðhúsplássinum, har túsundtals fólk standa og bíða eftir nýggju súkkluhetjuni hjá dønum. 

Eisini framvið vegnum inn til Ráðhúsplássið standa túsundtals fólk og fagnað Jónas Vingegaard, sum verður koyrdur í opnum bili frá Kastrup og gjøgnum Keypmannahavn inn til Ráðhúsplássið. 

Jónas Vingegaard, ið er ein eyðmjúkur og blíður ungur maður úr Glyngøre í Norðurjútlandi, hevur givið sær góða tíð at heilsa upp á fólk og skriva autografar. 

Høvuðspersónur viðgekk, at tað var eitt sindur lættari at blíva fagnaður í ár, nú hann royndi tað í fjør, tá tað kom eitt sindur óvart á fólk, at Jónas Vingegaard vann Tour de France. 

Í ár var hann favoritturin, hóast nógv væntaðu, at slovenski Tadej Pogacar fór at geva honum dyst til strikuna.

Tað gjørdi slovenin eisini inn til einasta einkulstartin, tá Jónas Vingegaard setti Pogacar og øll onnur upp á pláss. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329