Enn ikki søkt eftir Posta-stjóra

Enn ikki søkt eftir Posta-stjóra
Fyribils stjóri varð settur, eftir at Joel undir Leitinum fór frá sum stjóri í Posta, men enn er ikki søkt eftir nýggjum stjóra.
 
27.07.2023 - 09:22

Síðst í juni var boðað frá, at Joel undir Leitinum segði seg úr starvinum sum stjóri hjá Posta.

Um sama mundið tók hann við sum stjóri í fyritøkuni Globe Tracker, har hann frammanundan var nevndarformaður.

Eisini var Joel undir Leitinum blivin nevndarformaður í smápartafelagnum Í Leitinum.

Hetta felag skal standa fyri byggiverkætlanini í Leitinum í Saltangará, sum kostar 450 milliónir krónur.

Sp/f Í Leitinum er dótturfelag hjá danska felagnum St. Jørgen Ejendomme.

Ikki søkt enn
Nú hevur Skrásetingin so fingið fráboðan um, at Joel undir Leitinum er farin frá sum stjóri í p/f Postverki Føroya.

Jógvan Elias Steingrím Joensen, sum hevur verið fíggjarleiðari hjá Posta síðani 1. februar, er nú stjóri har.

Hann er settur fyribils, og enn er ikki søkt eftir stjóra fyri Joel undir Leitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083