Tríggjar krónur komnar aftrat kostnaðinum

Tríggjar krónur komnar aftrat kostnaðinum
Framleiðslukostnaðurin hjá alivinnuni er 42,22 kr. fyri kilo í august og september .
Tað kostaði góðar tríggjar krónur meira at ala eitt kilo av laksi í fjør enn í 2021.
 
28.07.2023 - 09:29

Framleiðslukostnaðurin hjá alivinnuni er 42,22 kr. fyri kilo í august og september.

Hann er ásettur við grundarlagi í roknskapartølum fyri 2022.

Hetta stendur í kunngerð frá Vinnumálaráðnum.

Loyvisgjaldið hjá alivinnuni verður ásett eftir framleiðslukostnaðinum.

Hækkar stigvíst

Gjaldið verður ásett eftir einum stiga, har sum prísirnir eru hin parturin.

Eru prísirnir minni enn framleiðslukostnaðurin er gjaldið hálvt prosent.

Síðani hækkar gjaldið alt eftir, hvussu nógv størri enn framleiðslukostnaðurin prísirnir eru. 

Størsta gjaldið er 20 prosent.

Higartil í ár hevur framleiðslukostnaðurin verið 39,15 kr. fyri kilo.

Hann byggir á roknskapartøl frá 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083