Eingin makrelur vestanfyri Ísland

Eingin makrelur vestanfyri Ísland
Fyribils vísa niðurstøðurnar ikki, at líka nógvur makrelur er við Ísland sum árini 2013 til 2019, verri enn so
Stovnsmeting um makrel verður gjørd í næsta mánað.
 
28.07.2023 - 11:40

Fyribils vísa niðurstøðurnar ikki, at líka nógvur makrelur er við Ísland sum árini 2013 til 2019, verri enn so.

Frá 2013 til 2019 var makrelurin eisini nógv vestari enn nú. 

Yvirhøvur vóru økini, har makrelur er, minni nú enn hini árini. 

Tá var nógvur makrelur vestanfyri, sigur segir Anna Heiða Ólafsdóttir, fiskifrøðingur, við Fiskifrettir.

Hon sigur, at lítið er av ungum fiski.

Føroyar eisini lidnar

Jákup Sverri er eisini liðugur við makrelkanningarnar í ár, sum vístu, at makrelur var víða um í kanningarøkinum, men nøgdirnar vóru ikki stórar, sigur Havstovan. 

Noreg, Ísland og Danmark eru við í kanningini.

Tey bæði norsku skipini kanna enn norðanfyri. Tey gevast 5.august.

Í viku 33, vikan, sum byrjar 14.august, vera úrslitini hjá øllum kanningarskipunum greinað og ein niðurstøða verður gjørd.

Hon verður so brúkt til stovnsmeting, sum ICES brúkar til sítt tilmæli.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083