Nýggjur boðskapur: farið ikki til Føroya!

Nýggjur boðskapur: farið ikki til Føroya!
"Ikki vitja Føroyar" er boðskapurin í nýggjum átaki til ferðafólk..
Grindadráp í Sandagerði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.07.2023 - 16:23

"Ikki vitja Føroyar" er boðskapurin í nýggjum átaki til ferðafólk.

Tað var tilburðurin herfyri, tá ið gestirnir umborð á einum marglætis ferðamannaskipi, ið vitjaðu í Havn, mundu sæð eitt grindadráp, sum hevur fingið fólk at taka stig til enn eina herferð ímóti føroyingum.
 
Ein av fyriskiparunum, Maissa Rababy, sigur við miðilin EuroNews, at endamálið er at leggja trýst á føroyskar myndugleikar, so teir steðga grindadrápi við lóg.

Tað er VP sum endurgevur miðilin Euronews.

- Tað stendur onki um hesa veiðuna í brosjurunum, sum skulu lokka ferðafólk til Føroya. Vit vilja gera okkara fyri at øll skulu vita, hvat tað er sum gongur fyri seg, sigur hon millum annað.

- Vit vóna, at fleiri vilja taka undir við átakinum og ikki fara til Føroyar at vitja, men leggja trýst á Føroysku stjórnina, at banna tílíkari veiðu eina ferð fyri allar, sigur hon.

Miðilin EuroNews skrivar, at djóraverndarfólk meta grindadráp sum ræðuligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083