Jónas í EM-finaluni á 400 metrum fyri U20

Jónas í EM-finaluni á 400 metrum fyri U20
Føroyski rennnarin, Jónas Gunnleivson Isaksen, kom næstur um málstrikuna í innleiðandi umfarinum. Tíðin var 46,75.
Jónas Gunnleivson Isaksen telist millum bestu unglingar í Evropa í 400 metrar renning
Mynd: Savnsmynd  
 
07.08.2023 - 11:12

Jónas Gunnleivson Isaksen rann seg fyri løtu síðan í finaluna á 400 metrar teininum í evropameistarakappingini fyri U20, sum byrjaði í Jerusalem í morgun.

Føroyski rennnarin kom næstur um málstrikuna í innleiðandi umfarinum. Tíðin var 46,75.

Mettíðin hjá Jónasi er 46.02.

Finalan á 400 metrum verður mikudagin klokkan fimm. 

Stórar vónir eru til Jónas, sum er millum skjótastu rennarar í Evropa í løtuni í U20 árganginum, hóast hann bara er 17 ár.

Ein annar føroyingur skal eisini kappast í dag í evropameistarakappingini. Tað er Eiri Jógvansson Glerfoss, ið skal renna innleiðandi á 100 metrum klokkan 15.00 seinnapartin. 

Føroysku rennararnir eru við í danska landsliðshópinum, tí Føroyar ikki hava limaskap í IAAF/World Athletics, ið er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028