Føroyar eru eitt veikt punkt hjá NATO í Norðuratlantshavi

Føroyar eru eitt veikt punkt hjá NATO í Norðuratlantshavi
Fyrrverandi stápsstjóri í amerikanska trygdarráðnum, tá Donald Trump sat sum forseti, heldur, at Danmark og Norra ikki geva Russlandi nóg stóra mótstøðu í Norðuratlantshavi
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.08.2023 - 16:10

- Nato hevur ov nógvar veikleikar í Norðuratlantshavi og Arktis.

Tað sigur Alexander B. Gray, sum er fyrrverandi stápsstjóri í amerikanska trygdarráðnum, tá Donald Trump sat sum forseti.

Í eini greining fyri amerikanska tíðarritið, Foreign Policy, sigur Alexander Gray, sum var stápsstjóri í amerikanska trygdarráðnum frá 2019 til 2021, at Danmark og Norra ikki geva Russlandi nóg stóra mótstøðu í Norðuratlantshavi og Arktis.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Russland fær størri ávirkan

Hann vísir á, at vandi er fyri, at Russland fær størri ávirkan í økinum, í og við, at danska stjórnin hevur minni og minni ávirkan í Føroyum og Grønlandi.

Í Norra ger sama støða seg galdandi á Svalbard.

Í síni greining vísir Alexander B. Gray á mongu russisku skipini, sum hava ligið við bryggju í Føroyum meðan kríggið í Ukraina hevur herjað.

Skip av hesum slag er løgd undir at njósnast og fremja sabotasju.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ógreitt hvør hevur ræðið í Føroyum

Kristian Søby Kristensen, sum er serfrøðingur í trygdarpolitikki og granskari á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn er lutvíst samdur við greiningini hjá fyrrverandi stápsstjóranum í Hvítu Húsunum.

Kristian Søby Kristensen sigur við TV2, at hann heldur eisini, at tað kann sýnast ógreitt, hvør hevur ræðið í Føroyum, Grønlandi og á Svalbard, og at hetta kann geva Russlandi møguleikar í Arktis og Norðuratlantshavi.

Sambært Kristian Søby Kristensen kann Russland gagnnýta støðuna í økinum og gera hana meira spenta og hættisliga.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187