Petur Knudsen: "Stuttligt at sleppa at royna nakað heilt annað"

12.08.2023 - 07:00
ÍtrótturFótbóltur
Petur Knudsen: "Stuttligt at sleppa at royna nakað heilt annað"
Føroyski landsliðsleikarin Petur Knudsen slóðar nýggjar leiðari, nú hann er fyrsti føroyingur, sum roynir seg sum yrkisleikari í USA við liðnum El Paso Locomotive FC
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
Petur Knudsen slóðar nýggjar leiðir, nú hann er fyrsti føroyingur, sum roynir seg sum yrkisleikari í USA

Fótbóltsleikarin Petur Knudsen úr Runavík hevur seinastu tíðina hevur verið sáttmálaleysur, eftir at sáttmáli hansara gekk út við superligafelagið Lyngby í juli.

Nú hevur Petur Knudsen funnið sær nýtt felag handan hav.

Talan er um El Paso Locomotive FC, sum spælir í USL Championship Western Conference, ið er næstbesta deildin i USA, har liðið í løtuni liggur á sjeynda plássi.

Petur Knudsen er fyrsti føroyingur, sum gerst yrkisleikari í USA.

"Eg helt, at tað kundi vera stuttligt at sleppa at royna okkurt heilt annað, nú eg fekk hendan møguleikan," sigur Petur Knudsen.

"Støðið er væl oman fyri støðið í føroysku deildina og á leið sum niðara helvt í svensku deildini og ovara helvt av næstbestu donsku deildini. Til venjing síggi eg, at leikarar eru væl fyri tekniskt, men tað manglar kanska nakað í mun til tað taktiska," greiðir Petur Knudsen frá.

Petur Knudsen, sum er yrkisleikari í USA, heldur ikki, at skiftið til El Paso eigur at ávirka hansara møguleikar at blíva úttikin til landsliðið. 

"Hetta er ikki nakað, ið ger, at eg blívi ein verri fótbóltsspælari av," staðfestir hann. 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Týsdag 14. apríl
Morgunlestur týsdagur 14.apríl 2026
207021
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990