Vænta nógvan útróður í vikuni, tí streymurin er hampiligur og veðrið gott

Vænta nógvan útróður í vikuni, tí streymurin er hampiligur og veðrið gott
Nógv skip og bátar eru til fiskiskap í løtuni, boðar Fiskamarknaðurin frá
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2023 - 08:49

Eitt frystilínuskip fiskar skøtu og brosmu vestanfyri Skotland.

Tvey frystilínuskip eru undir Føroyum. Tey fáa mest longu og brosmu. 

Bara eitt ísfiskalínuskip er úti, sigur Fiskamarknaðurin.

Hann væntar nógvan útróður nú í vikuni, streymurin er hampiligur og veðrið gott.

Væntandi fer onkur á Føroya banka.

Fiskaríið hjá útróðrarbátunum er smáligt. 

Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva. 

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu.

Eitt par og ein trolari við lemmum fiska gulllaks.

Fimm trolbátar eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk.

Ein trolbátur er norðanfyri og fiskar hýsu og tosk. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. 

Hini garnaskipini liggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541