10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap

10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap
Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi síðani í mai, var sendur aftur í varðhaldið at sita dómin
Ákæruvaldið vildi hava mannin fongslaðan, tí hann er dømdur fyri harðskap fyrr. (Savnsmynd)
 
22.08.2023 - 10:26

Ein 20 ára gamal maður hevur í Føroya rætti fingið 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap og fyri at hótta vitni.

Maðurin, sum hevur verið í varðhaldi síðani í mai, var sendur aftur í varðhaldið at sita dómin.

Tann úrskurðin hjá Føroya rætti hevur maðurin kært til Landsrættin. 

Ákæruvaldið vildi hava mannin fongslaðan, tí hann er dømdur fyri harðskap fyrr.

Harðskapurin var, sambært dóminum, í Steinatúni í apríl í ár og á Áarvegnum í mai í ár.

 

Tríggir aðrir eisini ákærdir

Tríggir aðrir menn vóru eisini ákærdir í sama máli.

Tveir teirra fingu 40 daga treytaða fongsusrevsing og 60 tíma samfelagstænastu fyri harðskapin í Steinatúni, men teir eru frídømdir fyri harðskapin á Áarvegnum.

Og ein fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskapin á Áarvegnum. Hann er dømdur fyri harðskap fyrr.

Í øðrum málinum var ein órættaður og í hinum tveir.

Allir fýra menninir nokta seg sekar.

 

Játtar at hava sligið

Men tann, sum fekk harðasta dómin, játtaði tó at hava sligið eina ferð.

Enn er ikki greitt, um málið fer í Landsrættin.

Freistin at appellera er 14 dagar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820