Minni til av makreli í Norðurhøvum

Minni til av makreli í Norðurhøvum
Samanborið við makrelkanningarnar í fjør er afturgongdin umleið 40 prosent
Jákup Sverri hevur gjørt makrelkanningar saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.
 
24.08.2023 - 14:04

Minni er til av makreli í Norðurhøvum nú enn undanfarin ár.

Tað vístu makrelkanningarnar í juli, sigur Havstovan

Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 prosent. 

Tað var mest til av trý og fýra ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av ársgomlum og tvey ára gomlum makreli í Norðsjónum. 

 

Stendur eystarliga

Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar fóru at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur á djúpum havi, uttan fyri norska landgrunnin. 

Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.

Úrslitini av kanningunum verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd næstu vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.

Úrslitini fyri sild og svartkjaft vóru ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknað seinni í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096