Á Breddanum: Kollfirðingar rópa varskó

Á Breddanum: Kollfirðingar rópa varskó
Støðani í bygdini er vanlukkulig, siga kollfirðingar, og fleiri hótta við at taka Kollafjørð úr Tórshavnar kommunu
Hevur Kollafjørður eina framtíð í Tórshavnar kommunu? Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
25.08.2023 - 09:15

Hevur Kollafjørður eina framtíð í Tórshavnar kommunu?

Fleiri kollfirðingar halda støðuna vera vanlukkuliga, nú færri og færri børn verða fødd í kommununi, og ungar familjur ikki fáa grundstykki í bygdini. Í ár verða væntandi bara trý børn fødd í bygdini. 

Kollfirðingar halda, at støðan er sum í útjaðaranum, og fleiri hótta við, at Kollafjørður má taka seg úr Tórshavnar kommunu, um Tórshavnar kommuna ikki ger nakað munagott at bjóða út fleiri grundstykki, og at fáa ungar familjur at trívast í bygdini. 

Í sendingini verður kjak millum kollfirðing og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096