Fýra tilmæli um jarðhitaboringar

Fýra tilmæli um jarðhitaboringar
Arbeiðsbólkur mælir m.a. til, at nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boridust ikki verður leitt út í nærumhvørvið
Nakrar kommunur eru givnar at geva loyvi til jarðhitaboringar, tí tær dálka so illa. (Savnsmynd)
 
30.08.2023 - 08:43

Umhvørvismálaráðið hevur fingið tilmæli um jarðhitaboringar.

Kommunufelagið heitti í summar á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um at gera reglur um jarðahitaboringar.

Ein arbeiðsbólkur var settur, og hann gjørdi skjótt av.

Tilmælini hjá honum eru í fýra bólkum.

 

Í arbeiðsbólkurin vóru fólk fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.

 

Nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boridust ikki verður leitt út í nærumhvørvið, teknisk krøv skulu verja grundvatnið, drekkivatnsøki skulu skrásetast betur, og jarðhitahol skulu eisini skrásetast betur.

Nakrar kommunur eru givnar at geva loyvi til jarðhitaboringar, tí tær dálka so illa.

Í arbeiðsbólkurin vóru fólk fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.

Frágreiðingin og tilmælini frá arbeiðsbólkinum kunnu lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723