Nýggjur professari í heilsuvísindum

Nýggjur professari í heilsuvísindum
Maria Skaalum Petersen hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum
Maria Skaalum Petersen er tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum.
 
01.09.2023 - 14:06

Maria Skaalum Petersen, leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, er í dag tilnevnd professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.

Maria Skaalum Petersen, sum er 47 ára gomul, hevur seinastu 15 árini arbeitt sum granskari í Føroyum.

Hon hevur arbeitt í fleiri heilsugranskingarøkjum,  og hon hevur givið út fleiri enn 85 vísindaligar greinar í altjóða viðurkendum tíðarritum.

Seinnu árini hevur granskingi millum annað fevnt um kanning av sambandinum millum umhvørvisevnir og ílegur og sjúkur, sum t.d. alzheimersjúku, parkinsonsjúku og sklerosu.

Harumframt hevur Maria Skaalum Petersen gjørt afturvendandi kanningar av heilsustøðuni hjá eldri føroyingum í sjeyti-, áttati- og nítiárunum. Eisini hevur hon granskað í heilivágsnýtslu hjá teimum eldru.

Seinastu tvey árini hevur Maria Skaalum Petersen staðið fyri fleiri granskingarverkætlanum um koronufarsóttina.

Hoyr samrøðu við Mariu Skaalum Petersen í útvarpstíðindunum: 

 

Maria

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096