Dró út at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna

Dró út at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Vørn meldaði eitt mál í 2018, og ákæra varð skrivað í 2019. Í fjør var málið avgreitt við sektaruppskoti. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
01.09.2023 - 18:01

Ein feilur gjørdi, at tað tók so langa tíð hjá politinum í Føroyum at avgreiða mál um brot á fiskivinnulóggávuna.

Vørn meldaði eitt mál í juli 2018. Ákæra var skrivað í september 2019.

Ein nýggj meting í juni 2022 gjørdi, at málið var avgreitt við sektaruppskoti.

Brotið á fiskivinnulóggávuna kann bara revsast við sekt.

Brotið á revsilógina varð slept, tí tað kundi ikki prógvast. Ella sum tað stendur í rættargangslógini, at tað ikki var væntandi, at ákærdi var funnin sekur.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Løgmálaráðharrin hevur svarað

Hetta er svarið, sum Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, gav Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Hann sigur, at ríkisdvokaturin bað statsadvokatin í Keypmannahavn fáa ummæli frá politinum í Føroyum um spurningin hjá Sjúrði Skaale.

Sjúrður Skaale spurdi um stór brot á føroysku fiskivinnulóggávuna, sum ongantíð koma í rættin, hóast talan er um prinsipiell mál.

Málini eru avgreidd við sera lítlari sekt, um sammett verður við álvarsomu ákæruna, sigur fólkatingsmaðurin.

Tey eru løgd til viks í nógv ár, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011