Landið og kommunur eiga at semjast um íløgukarm

Landið og kommunur eiga at semjast um íløgukarm
Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, nú líkt er til, at ætlanin um fíggjarligt regluverk ikki fer at umfata kommunurnar
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, tá heystfrágreiðingin var løgd fram fríggjadagin.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
07.09.2023 - 08:44

Búskaparráðið mælir til fíggjarpolitiskt regluverk, sum skal vera galdandi fyri bæði kommunur og landið. 

- Men tað verður neyvan, siga formaðurin í Kommunufelagnum og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum. 

- Og tað er sera óheppið, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at landið má sópa fyri egnum durum fyrst, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, stúrir fyri, at frælsið hjá kommunum at umsita egnan pening, verður skert.

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, mælir til, at landið og kommunur í hvussu er semjast um eina íløgukarm, sum javnar íløgurnar bæði í góðum og ringum tíðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Frodi_og_figgjarligt_regluverk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915