Stjórnin biður um umbering

Stjórnin biður um umbering
142 føroyingar vóru sendir til Danmarkar, og vóru undir ser- og andveikraforsorgini í mong ár
142 føroyingar vóru sendir á stovnar undir donsku andveikraverndini, m.a. á Rødbygaard. (Savnsmynd)
 
11.09.2023 - 10:21

Klokkan ellivu byrjar tiltak í Norðurlandahúsinum í Havn í sambandi við, at danska stjórnin biður um umbering fyri, hvussu fólk, sum vóru heimansett undir ser- og andveikraforsorgini frá 1933 til 1980, vóru viðfarin.

Ein frágreiðing um hetta varpar ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu.

Børn, ung og vaksin vóru fyri sviki og ágangi, meðan tey vóru í varðveitslu hjá statinum, stendur í frágreiðingini.

Nógvir føroyingar vóru millum teirra, 142 føroyingar vórðu sendir til Danmarkar.

 

Umberingin hjá danska ráðharranum, Pernille Rosenkrantz-Theil, verður stroymd.

 

Lærdi á Rødbygaard

Almanna- og Mentamálaráðið, Javni, Megd og onnur skipa fyri tiltakinum, sum er fyri tey, sum vóru send til Danmarkar í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroya, teirra avvarðandi og onnur áhugað.

Samrøða verður við Ragnhild Dahl, sum lærdi á Rødbygaard. Hon var við í tilgongdini, tá vit í Føroyum tóku okkara heim aftur.

Á skránni eru eisini fyrilestur og sofaprát.

Umberingin hjá danska ráðharranum, Pernille Rosenkrantz-Theil, verður stroymd.

Tiltakið í Norðurlandahúsinum verður frá kl.11.00 til 14.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096