641 fólk løgdust aftrat seinasta árið

641 fólk løgdust aftrat seinasta árið
Nú eru tað onnur enn danskir ríkisborgarar, sum standa fyri fólkavøkstrinum
1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.09.2023 - 11:40

Fólkatalið vaks 641 fólk frá august í fjør til august í ár, og nú búgva 54. 738 fólk í Føroyum, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Vøksturin er 1,2 prosent, eitt vet størri enn undanfarna 12 mánaða skeið.

 

Fyrr vóru tað danskir ríkisborgarar, sum umboðaðu fólkavøksturin, men nú er gongdin tann, at meginparturin av teimum, sum leggjast aftrat, hava annan ríkisborgaraskap enn danskan.

86 prosent av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum seinastu tvey árini, høvdu ikki danskan ríkisborgaraskap.

Seinasta árið hevur burðaravlopið verið 197 fólk, og nettotilflytingin hevur verið 444 fólk. 

Størsti fólkavøksturin hevur verið í Tórshavnar-, Runavíkar- og Klaksvíkar kommunu. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096