Nýggjur skúlastjóri í Hoyvíkar skúla

Nýggjur skúlastjóri í Hoyvíkar skúla
Anna Maria Reinert Jensen tekur við starvinum 18. september
Anna Maria Reinert Jensen er nýggjur skúlastjóri í skúlanum í Hoyvík.
 
11.09.2023 - 13:47

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Hoyvíkar skúla frá 18. september í ár at rokna.

Anna Maria Reinert Jensen er 53 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt. Hon hevur síðani 1996 undirvíst sum lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari flestu árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir. 

Anna Maria Reinert Jensen hevur starvast sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla eitt skifti, umframt at hon hevur verið skúlastjóri í Vestmanna skúla síðani í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096