Umberingin hevur stóran týdning

Umberingin hevur stóran týdning
Ragnhild Dahl lærdi á Rødbygaard, tá føroyingar vóru har. Í dag hevur danska stjórnin biðið um umbering fyri viðferðina, sum tey heimansettu fingu
Ragnhild Dahl lærdi á Rødbygaard, hagar føroyingar eisini vóru sendir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.09.2023 - 14:21

Danska stjórnin hevur biðið um umbering fyri, hvussu fólk, sum vóru heimansett undir ser- og andveikraforsorgini frá 1933 til 1980, vóru viðfarin.

Tað var gjørt á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum í dag. Umberingin frá Pernille Rosenkrantz-Theil, var stroymd á stórskíggja. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, setti tiltakið, og Enna Garðshorn, tjóðlívsfrøðingur, helt fyrilestur um sína gransking av føroyingum við menningartarni, sum vóru sendir niður frá 1897 til 1973.

Ein frágreiðing varpar ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu.

Børn, ung og vaksin vóru fyri sviki og ágangi, meðan tey vóru í varðveitslu hjá státinum, stendur í frágreiðingini.

 

Umberingin er góð

Føroyingar, sum vóru sendir á Rødbygaard frá 1933 til 1980, eru millum teirra, sum í dag fingu eina umbering frá donsku stjórnini. 

Og umberingin hevur týdning fyri fleiri, sigur Ragnhild Dahl, sum lærdi á Rødbygaard. 

- Tú viðgongur, at okkurt er hent, sum ikki skuldi verið hent. Hjá teimum, sum vóru á Rødbygaard, og kunnu fortelja søguna, er umberingin góð, sigur hon.

Hoyr longri samrøðu, sum Ruth Winther Poulsen gjørdi við Ragnhild Dahl:

 

11092023_Ragnhild_Dahl

 

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar í Norðurlandahúsinum:

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096