Sam farin aftur í sigling

Sam farin aftur í sigling
Plássbíleggingarskipanin á kalsoyarleiðini er nú bæði fyri fólk og akfør
Sam hevur verið á beding í tríggjar vikur, men nú er hann farin aftur í sigling á kalsoyarleiðini.
 
12.09.2023 - 08:21

Sam er komin aftur á kalsoyarleiðina eftir at hava verið á beding í tríggjar vikur.

Plássbíleggingarskipanin, sum kom, tá Erla Kongsdóttir og Sildberin sigldu fyri Sam, heldur fram.

Skipanin er nú bæði fyri fólk og akfør.

Ferðafólkastreymurin til Kalsoynna er vaksin sera nógv seinastu árini.

Tí avgjørdu Strandfaraskip landsins at seta fimm bilapláss av til tey, sum búgva í Kalsoynni. Tann skipanin heldur eisini fram.

Nú vera eisini 30 pláss sett av til fólk, sum búgva í Kalsoynni. Plássini, sum so eru eftir, verða løgd í plássbíleggingarskipanina. 

Enn sum áður fara kalsoyingar at kunna brúka borgarakortið frá Klasvíkar kommunu. 

Sam tekur 115 ferðafólk og 12 persónbilar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096