Nú fara feløg í Skiftirættin til tvingsilsavtøku

Nú fara feløg í Skiftirættin til tvingsilsavtøku
Hetta er feløg, sum ikki hava sent Skrásetingini ársfrásøgn fyri 2022, áðrenn freistin fór 1. september
Skrásetingin sendi 56 feløg í Skiftirættin til avtøku í fjør. (Savnsmynd)
 
15.09.2023 - 09:50

Í dag fer Skráseting Føroya at senda Skiftirættinum feløg til tvingsilsavtøku.

Hóast áminningar vóru sendar tíðliga í juli, høvdu 231 feløg ikki sent Skrásetingini ársfrásøgn fyri 2022 tann 1.september.

Feløgini, sum ikki hava latið ársfrásøgn fyri 2022, fara í Skiftirættin í dag.

Tað er ikki kunngjørt enn, hvussu nógv feløg skulu í Skiftisrættin hesaferð. 

 

56 feløg fóru í Skiftirættin í fjør

Øll skrásett feløg, sum hava álmanakkaárið sum roknskaparár, skulu lata Skrásetingini ársfrásøgn í seinasta lagi 30.juni.

Skrásetingin sendi 56 feløg í Skiftirættin til avtøku í fjør.

Talan var um 17 íverksetarafeløg og 39 smápartafeløg.

Tey fimm árini, frá 2017 til 2021, hevur Skrásetingin sent 280 feløg í Skiftirættin til avtøku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083