Jákup og Maria vanligastu nøvnini

Jákup og Maria vanligastu nøvnini
Best umtókta navnið seinastu árini er Jónas
Fleiri nøvn eru løgd aftrat seinastu 30 árini, sum eru væl umtókt í dag, eitt nú Emilia, Alda, Ranja, Nóa, Silas og Lukas, vísir yvirlitið hjá Hagstovuni.
Mynd: Hagstovan  
 
15.09.2023 - 14:06

Jákup og Maria eru framvegis vanligastu nøvnini í Føroyum.

Flestu mannfólk í Føroyum eita Jákup og Jógvan. 

Tey bæði nøvnini hava verið nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. 

Fyri 2002 var Jógvan vanligasta navnið, men síðan tá hevur Jákup verið mest brúkta navnið, skrivar Hagstovan. 

Best umtókta navnið seinastu árini er tó Jónas. 

 

Súsanna farin av topp-10

Eins og hjá monnunum eru vanligastu nøvnini á kvinnum at kalla tey somu nú sum fyri 30 árum síðani.

Maria, Anna og Annika hava verið ovast á listanum við kvinnunøvnum øll árini síðan 1995. Einasta broytingin er, at navnið Súsanna er farið av topp-10 listanum, meðan Hanna og Lív nú eru á einum samlaðum 10. plássi. 

Hóast fáar broytingar eru yvir mest brúktu nøvn, merkir tað ikki, at navnarákið stendur í stað.

Fleiri nøvn eru løgd aftrat seinastu 30 árini, sum eru væl umtókt í dag, eitt nú Emilia, Alda, Ranja, Nóa, Silas og Lukas, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083