Endurskoða parkeringsforboð í Gundadali

Endurskoða parkeringsforboð í Gundadali
Ivi er sáddur um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, og tí verður málið viðgjørt av nýggjum
Tekniska nevnd hevur ikki tikið avgerð um parkeringsforboðið í Gundadali, og tí verður málið viðgjørt av nýggjum, sigur Tórshavnar kommuna. (Mynd: Tórshavnar kommuna)
 
15.09.2023 - 16:02

Avgerðin um parkeringsforboð er ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur. Tí verður hon nú endurskoðað.

Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá fyri løtu síðani.

Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin í sambandi við eitt eldratiltak, er ivi sáddur um avgerðina at lýsa Gundadal sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innan fyri teir avmerktu parkeringsbásarnar.

 

Avgerðin tikin í 2016

Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.

Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali, sigur kommunan. 

Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar á fyrstkomandi fundi.

Tórshavnar kommuna hevur í dag havt samband við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali. 

 

Fundur í næstu viku

Á fundi í næstu viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali bøturnar, ið eru skrivaðar í økinum.

Borgarstjórin í Havn vil hava eina frágreiðing um tíðindaskrivið, sum 23. januar varð lagt á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

- Mær vitandi er tað ikki samtykt, og øll slík átøk skulu samtykkjast í teknisku nevnd. Annars eru tey ikki galdandi, segði Heðin Mortensen ígjár.

Hann sigur, at hann vil hava frágreiðingina á sínum borði hesa vikuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083