Ársins íverkseti í fjør - hevur framvegis stórt hall

Ársins íverkseti í fjør - hevur framvegis stórt hall
220 milliónir krónur eru settar í tvey ymisk Globe Tracker-feløg, men við árslok høvdu bæði feløgini stóra skuld
Globe Tracker hevur havt fýra stjórar og fimm nevndarformenn seinastu sjey árini. (Mynd: Frihedsbrevet.fo)
 
18.09.2023 - 12:20

Tá fyritøkan Globe Tracker var kosin “Ársins íverkseti” fyri einum ári síðani, var sagt, at felagið var fremst í heiminum innan sítt øki.

Hetta endurspeglast tó ikki á botnlinjuni.

Higartil eru umleið 220 milliónir - harav nógvar milliónir frá føroyskum pensjóns- og tryggingaruppsparingum - settar í tvey ymisk Globe Tracker-feløg, men við árslok 2022 høvdu bæði feløgini stóra skuld, skrivar Frihedsbrevet.fo.

“Globe Tracker hevur megnað at flyta seg frá at vera ein íverksetarafyritøka, til at koma í framleiðslu og endað við at vera fremst á marknaðinum fyri sporing av reefer-bingjum”. 

Tað segði Joel undir Leitinum, táverandi nevndarformaður og núverandi stjóri, tá Globe Tracker var kosið “Ársins íverkseti” á Íverksetaradegnum í fjør. 

 

Joel undir Leitinum er stjóri í Globe Tracker. 

 

Krevur tol

“Tað krevur “tolnar pengar”, tá tú byggir nakað upp”, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Lív og nevndarformaður í Globe Tracker við Frihedsbrevet.fo.

Í sambandi við virðislønina var eisini sagt, at Globe Tracker hevur væl oman fyri 100.000 loysnir, sum eru settar í bingjur kring heimin, og at hetta talið væntandi fer at fleirfaldast næstu árini.  

Frihedsbrevet.fo skrivar, at alt bendir á, at TF Holding tordi ikki at seta meira pening í verkætlanina, tí TF Íløgur var ikki partur av nýggja felagnum. Tað vóru Lív og Norðoya Íløgufelag hinvegin. Harumframt komu Framherji, Smyril Line og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin inn sum nýggir partaeigarar.

Globe Tracker hevur havt fýra stjórar og fimm nevndarformenn seinastu sjey árini, og ongin teirra hevur enn megnað at fáa annað enn reyð tøl á botnlinjuna, skrivar Frihedsbrevet.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659