Innflutningurin er minkaður

Innflutningurin er minkaður
Verður hugt at 12 mánaða tíðarskeiðnum, er innflutningurin minkaður góðar 800 mió. kr.
Brennievni vóru keypt fyri eina milliard og góðar 14 milliónir krónur fyrstu sjey mánaðirnar í ár.
 
19.09.2023 - 10:14

Innflutningurin er minni í ár enn hann var í fjør.

Frá 1.januar til 1.august var innflutt fyri 6,9 mia.kr, tvey prosent minni enn í fjør.

Um hugt verður at 12 mánaða tíðarskeiðum, er innflutningurin minkaður góðar 800 milliónir krónur síðani februar, tá innflutningsvirðið var tað mesta. 

Slíka lækking hava vit ikki sæð síðani 2009, skrivar Hagstovan. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið.

Brennievni vóru keypt fyri eina milliard og góðar 14 milliónir krónur fyrstu sjey mánaðirnar í ár.

Hetta eru 317,1 millión krónur, ella 23,8 prosent, minni enn somu tíð í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083