Útflyta nógv minni til Russlands

Útflyta nógv minni til Russlands
Í juli var útflutningurin fimm milliónir, og næstan alt var brennievni
Meginparturin av útflutninginum til Russlands í juli var olja til russisk skip. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
19.09.2023 - 10:30

Útflutningurin til Russlands er ikki hildin uppat, men hann er minkaður nógv.

Í juli var hann 4,9 mió.kr., næstan alt var brennievni til skip, skrivar Hagstovan.

Útflutningurin var 22,1 mió.kr. í juni og 39,3 milliónir í mai.

Havnarstongsulin móti Russland kom 12.juli.

Mest var útflutt til Russlands í oktober 2019. Tá var útflutt fyri 381 milliónir.

 

7,2 mia. tilsamans

Annars útfluttu Føroyar fyri 7,2 milliardir krónur frá 1.januar til 1.august.

Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn í sama tíðarskeiði í 2022. 

Laksaútflutningurin minkaði 255 milliónir krónur, átta prosent. 

Nøgdin minkaði 7.300 tons, 19 prosent. 

Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.

 

Nøgdin minkaði 7.300 tons, 19 prosent. 

Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður, skrivar Hagstovan.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083