Royna at finna loysnir saman við semingsstovninum

Royna at finna loysnir saman við semingsstovninum
Sjúkrarøktarfrøðingarnir siga, at ávís viðurskifti mugu koma við í semingsuppskotið, um tað skal góðtakast
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
 
19.09.2023 - 13:00

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur fyrrapartin havt samband við semingsstovnin í eini roynd at finna eina loysn í sáttmálatrætuni við Lønardeildina, so tað slepst undan verkfalli.

Óluva í Gong, forkvinna í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, sigur, at felagið vil hava nøkur viðurskifti við í semingsuppskotið, um tað skal góðtakast, og tað hava semingsmenninir tikið til eftirtektar.

Hósdagin legði semingsstovnurin fram semingsuppskot. Sjúkrarøktarfrøðingarnir vrakaðu semingsuppskoti, men Lønardeildin góðtók tað.

Í morgun fór nevndin í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum á fund at umrøða støðuna, og klokkan 11 hevði Óluva í Gong fund við semingsstovnin.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Óluvu í Gong í útvarpstíðindunum: 

 

19092023_Oluva

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083