- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur føroyameistarar
EB/Streymur greiddi sína skyldu, tá teir vunnu 3-2
á NSÍ. Hóast NSÍ einki hevði at spæla fyri, megnaðu teir at seta EB/Streym
undir trýst. EB/Streymur var á odda 2-1 í hálvleikinum. Arnbjørn Hansen vísti
sítt máltev og legði sundalagsmenn á odda - fyrst 1-0 og so 2-1. Debus Danielsen
skeyt málið hjá NSÍ. Stutt eftir steðgin økti Pætur Dam Jacobsen til 3-1. NSÍ megnaði at skapa spenning aftur í dystin, tá Jens Joensen stutt fyri leiklok
minkaði um munin. EB/Streymur vann sítt fyrsta føroyameistarheitið síðani
2008.

ÍF og HB leiktu málleysan javnleik í Fuglafirði. Um ÍF skuldi
gerast føroyameistar, skuldu teir vinna, samstundis sum EB/Streymur skuldi
missa stig. Hjá HB var nokk við javnleiki, um teir skuldi røkka Europa. Tað vóru
nakrir góðir málmøguleikar, men sum heild var tað ein keðiligur dystur. Serliga ÍF legði nógv fyri at skora. Samanumtikið kunnu liðini, ið eftir
dystin ávíkavist fingu silvur- og bronsuheiðursmerki, vera nøgd við
kappingarárið.

Málsetningurin hjá B68 var greiður: Teir skuldu vinna við
minst 4 málum ímóti TB við Stóra í Trongisvági. Teir vunnu 4-1. Plássið hjá TB í
Effo-deildin, sá ikki út til at vera í vanda, tí B68 megnaði ikki av álvara at
bróta verjuna hjá TB niður. Dimitrji Jankovic legði eisini tvørámenn á odda, tá
hálvur tími restaði í. Lítla løtu seinni javnaði Jann Ingi Petersen við
brotssparki. Nú fingu toftamenn trúnna aftur, og seinasta korterið skoraðu teir
tríggjar ferðir. Einar Hansen skeyt tvey, og Haraldur R. Højgaard skeyt eitt. Tað
var tó ikki nóg mikið, og tá dómarin bríkslaði av, var tað, sum um TB hevði
vunnið føroyameistarheitið. B68 noyðist tungu leiðina niður í 1.deild eftir eitt
vanlukkuár, har teir vórðu mettur at fara at vera við í oddastríðnum.

KÍ vann uttan trupulleikar á FC Suðuroy. Hetta rakk til 4. plássið, men ikki til
pláss í Europa næsta ár. KÍ var greitt betri. Páll Klettskarð skeyt hatrikk
fyri heimaliðið, og harvið gjørdist hann toppskjútti í Effo-deildini saman við
Clayton Soares hjá ÍF. Báðir hava skorað 22 mál.
Andy Olsen skeyt tvey mál,
Henry Heinesen eitt og Petur Andreasen eitt. Málið hjá FC Suðuroy var sjálvmál.

Dysturin í Gundadali millum B36 og Víking hevði so at siga einki at
siga. Dysturin var tó góður við nógvum málmøguleikum. Evrad Blé legði Víking á
odda stutt fyri hálvleik. Atli Danielsen javnaði við brotssparki, tá ein tími
var leiktur. Bæði liðinu endaði mitt á stigatalvuni, men Víkingur vann steypakappingina, og harvið tryggjaði liðið sær pláss í Europa komandi ár.

Endaliga støðan í Effo-deildini:

EB/Streymur 58
ÍF 54
HB 45
KÍ 45
Víkingur 45
B36 38
NSÍ 31
TB 24
B68 24
FC
Suðuroy 09