Frida verjir ritgerð um inklusjón í fólkaskúlanum

Frida verjir ritgerð um inklusjón í fólkaskúlanum
Endamálið við ph.d-ritgerðini hjá Fridu Poulsen hevur verið at kanna, hvussu globala visjónin um inklusjón er flutt, umsett og sett í verk í Føroyum
Frida Poulsen hevur skrivað p.hd.-ritgerð um inklusjón í fólkaskúlanum. (Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)
 
25.09.2023 - 09:08

Í dag fer Frida Poulsen at verja ph.d.-ritgerð sína um inklusjión í føroyska fólkaskúlanum.

Ritgerðina kallar hon "Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði".

Frida hevur verið innskrivað á Námsvísindadeildini á Setrinum og Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, og millum onnur hevur Granskingarráðið stuðlað verkætlanini.

Endamálið hevur verið at kanna, hvussu globala visjónin um inklusjón er flutt, umsett og sett í verk í Føroyum.

Granskingin hevur avdúkað fráveru av yvirskipaðum framtakssemi og leiðslu at birta upp undir og stimbra menning av inklusjón í tí føroyska skúlaverkinum. 

Hetta er lutvíst forklárað við støði í tí føroysku mentanini og tætta sambandinum millum mentan og virkni og tann politiska geiran í ógvuliga smáum samfeløgum sum tí føroyska.

Verjan er í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn í dag klokkan eitt og hon er almenn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083