Jan Ziskasen nevndarlimur í Orkufelagnum

Jan Ziskasen nevndarlimur í Orkufelagnum
Fyrrverandi forstjórin í Føroya Tele og Jan Petersen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, eru nýggir nevndarlimir í felagnum
Jan Ziskasen er nýggjur nevndarlimur í Orkufelagnum, sum eigur Magn.
 
25.09.2023 - 14:31

Fyrrverandi forstjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, er nú blivin nevndarlimur í smápartafelagnum Orkufelagið.

Christian í Grótinum-samtakið í Klaksvík keypti í summar 42 prosent av Orkufelagnum, sum eigur Magn. Keypið hevði verið leingi á veg, men varð tá góðkent av Kappingareftirlitinum.

Í dag eru so Jan Petersen, stjóri í samtakinum Christian í Grótinum, og Jan Ziskasen, komnir í nevndina í Orkufelagnum.

Teitur Nolsøe Poulsen er nevndarformaður í Orkufelagnum, og harumframt umboða Páll Snorrason og Torvaldur Gissurarson íslendsku eigararnar í Orkufelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815