Kappingareftirlitið: Føroya Tele eigur at hava tvey tilboð

Kappingareftirlitið: Føroya Tele eigur at hava tvey tilboð
Føroya Tele misbrúkti sína ráðandi marknaðarstøðu og breyt kappingarlógina, sigur eftirlitið
Kappingareftirlitið sigur, at FT Samskifti misnýtti sína ráðandi marknaðarstøðu.
 
27.09.2023 - 08:30

Kappingareftirlitið heldur tað vera neyðugt at geva Føroya Tele boð um at hava tvey tilboð, sum skulu galda í tvey ár.

Kappingareftirlitið mælir til, at Kappingarráðið gevur Føroya Tele boð um at kunngera tilboðini á heimasíðu sínari.

Annað skal vera standardtilboð um eina Full-MVNO avtalu, og hitt skal vera standardtilboð um eina Brand Reseller avtalu.

Kappingareftirlitið skal góðkenna tilboðini.

 

Misnýttu støðuna

Niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum er, at FT Samskifti hevði eina ráðandi støðu á marknaðinum fyri heilsølu av MVNO-tænastum.

Hesa støðu misnýtti FT Samskifti, tí tað ásetti ein prís fyri Full MVNO-avtalu, sum gjørdi, at ein líka effektivur kappingarneyti ikki kundi kappast á marknaðinum fyri fartelefoni til privat.

Boðini gera ikki, at FT Samskifti missir rættin at kappast um prís. Og tey tryggja at ein líka effektivur kappingarneyti kann reka sína smásølu við tí heilsøluprísi, sum FT Samskifti bjóðar, sigur Kappingareftirlitið.

Føroya Tele misbrúkti sína ráðandi marknaðarstøðu og breyt kappingarlógina. 

Tað er niðurstøðan i drúgvari kanning hjá Kappingareftirlitinum, sum hevur latið málið víðari til løgregluna.

Hetta er annað brotið hjá Føroya Tele á kappingarlógina, sigur Kappingareftirlitið.

 

 

45 mió. kr.

Tað hevur givið Føroya Tele eitt sektaruppskot, sum er 45 mió.kr.

Avgerðin hjá Kappingareftirlitinum kann kærast til Føroya kærustovn.

Kærustovnurin gav Kappingareftirlitinum viðhald í fyrra málinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083