Ruth Vang: Hetta er undantaksstøða

Ruth Vang: Hetta er undantaksstøða
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum vísir ikki aftur, at tað kann verða neyðugt at leggja uppí til tess steðga verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum verður so umfatandi, at talan er um undantaksstøðu. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.09.2023 - 18:10

- Eg hevði ikki væntað, at lýsta verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingununum fór at verða so ógvisligt, og hetta er ein ein undantaksstøða.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, nú sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lýst umfatandi verkfall á øllum trimum sjúkrahúsunum mánamorgunin.

Ruth Vang sigur, at hon vísir ikki aftur, at tað kann gerast neyðugt hjá politiska myndugleikanum at leggja upp í verkfallið, um vandi er fyri lív og heilsu, men hon leggur dent á, at eingin avgerð er tikin um tað enn.

Hoyr samrøðu, sum Elin Winther Poulsen gjørdi við Ruth Vang í útvarpstíðindunum klokkan 16:

 

28092023_Ruth_um_verkfall

 

 

Verkfallið, sum byrjar mánamorgunin klokkan átta, rakar hesar deildir á teimum trimum sjúkrahúsunum:

Landssjúkrahúsið

  • A2
  • A3
  • B5
  • B6
  • B7
  • B8
  • G1
  • G4
  • P40/PI
  • P40/PA

Klaksvíkar Sjúkrahús:

  • KS-3 seingjardeildin

Suðuroyar Sjúkrahús:

  • Seingjardeildin
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083