Einki skrivligt tilfar um sektaruppskotini

Einki skrivligt tilfar um sektaruppskotini
Nevndarformaðurin kunnaði landsstýrismannin um, at nevndin hevði tikið avgerð um at koyra stjóran, Jan Ziskasen, frá
Einasta skjal um tað, sum er hent í Føroya Tele, er frásøgn um fund millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og Bjarna Arnason, nevndarformann.
 
29.09.2023 - 08:28

Løgmálaráðið hevur einki skrivligt tilfar um sektaruppskotini, sum Føroya Tele hevur fingið frá Kappingarráðnum. 

Tað sigur Løgmálaráðið, nú Kringvarpið bað um innlit í málið um sektaruppskotini og um frákoyrda stjóran.

Einasta skjal um tað, sum er hent í Føroya Tele, er frásøgn um fund millum landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, og Bjarna Arnason, nevndarformann, um stjóran í Føroya Tele, sum er koyrdur.

 

Bjarni Arnason er nevndarformaður í Føroya Tele.

 

Nevndarformaðurin kunnaði landsstýrismannin um, at nevndin hevði tikið avgerð um at koyra stjóran, Jan Ziskasen, frá. 

Nevndarformaðurin boðaði samstundis frá, at tað var ein samd nevnd.

Nevndarformaðurin greiddi eisini frá, at innanhýsis mannagongdin í Føroya Tele um málið var, at bara hann, altso nevndarformaðurin, úttalaði seg alment. 

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, varðar av almenna partafelagnum Føroya Tele. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tók boðini til eftirtektar

Føroya Tele fer undir eina tilgongd við at endurskoða ávísar mannagongdir í felagnum, fekk landsstýrismaðurin eisini at vita.

Landsstýrismaðurin tók boðini til eftirtektar og umrøtt var stutt, hvussu málið kundi handfarast í miðlunum. 

Landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann helt armslongd til nevndina um málið.

Á fundinum fyri einari viku síðani vóru eisini Nella Festirstein, aðalstjóri í Løgmálaráðnum, Pól Egholm, aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum, og Hannus Petersen, fulltrúi í Løgmálaráðnum, sum hevur skrivað fundarfrásøgnina.

Fundarfrásøgnin er skrivað fríggjadagin 22.september klokkan hálvgum eitt.

Fyrrapartin tann dagin kom tíðindaskriv um, at Jan Ziskasen var farin frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984