Yvirtaka vitaverkið

Yvirtaka vitaverkið
Fyrsta juni næsta ár verður málsøkið sjóuppmerking og vitaverk yvirtikið
 
30.09.2023 - 10:39

Føroyskir myndugleikar taka yvir 24 vitar, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði. 

Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni. Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um. 

Nýggju uppgávurnar verða framyvir skipaðar í Sjóvinnustýrinum, tó í samstarvi við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.

Árligi rakstrarkostnaðurin er áleið fýra milliónir krónur. Í 2024 er játtanin 2,35 milliónir og í 2025 er játtanin framskrivað fyri fult ár til 4,57 milliónir. 

Tað upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083