Nýtt kalsoyarskip

Nýtt kalsoyarskip
Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini, og nú er gongd sett á fyrireikingarnar av nýggjum skipi at sigla millum Kalsoynna og Klaksvík. 
 
30.09.2023 - 12:52

Tað sigur Dennis Holm, landstýrismaður í samferðslumálum. 

Í ár eru tríggjar milliónir krónur játtaðar til at gera kanningar og fyrireikingar, og ætlanin er at brúka aðrar tríggjar milliónir í 2024.

Ætlanin er, at allar fyrireikingar, projektering, verklagslóg og útbjóðing, verða gjørdar í 2024, soleiðis at kjølurin til nýggja kalsoyarskipið kann strekkjast fyrst í 2025, sigur landsstýrismaðurin. 

- Tað er okkara skylda at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum, og fyri nógv fólk hava strandfaraskipini avgerandi týdning. Tí skulu nýggj skip byggjast, samstundis sum landsstýrið arbeiðir miðvíst við at økja um túratalið, sigur Dennis Holm.

Væntandi fer tað at taka eini tvey ár at byggja nýggja Kalsoyarskipið, sigur samferðslumálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083