Javnstøðunevndin: Ræðisrætturin skal vera hjá kvinnuni

Javnstøðunevndin: Ræðisrætturin skal vera hjá kvinnuni
Nevndin sigur fosturtøkulógin frá 1956 er ótíðarhóskandi og skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið vilja hava fosturtøku í Føroyum
Kvinnan skal hava ræðisrættin í sambandi við fosturtøku, sigur Javnstøðunevndin. (Savnsmynd: Javnstøðunevndin)
 
02.10.2023 - 11:29

Javnstøðunevndin mælir til, at kvinnan, innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja, um hon vil hava fosturtøku.

Tað sigur Javnstøðunevndin í viðmerking, nú arbeiðið at endurskoða fosturtøkulógina frá 1956 er byrjað.

Nevndin sigur, at ræðisrætturin skal liggja hjá kvinnuni.

Føroyska fosturtøkulógin frá 1956 er ótíðarhóskandi og skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið vilja hava fosturtøku í Føroyum.

Sum samfelag hava vit skyldu til at tryggja kvinnum møguleika fyri at velja fosturtøku á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.

Føroyska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa, og er hon smíðað í eini tíð, tá ræðisrætturin hjá kvinnuni í samfelagnum var munandi øðrvísi, enn hann er í dag.

Tí mælir Javnstøðuevndin til, nú fosturtøkulógin verður endurskoðað, at kvinnan, innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja.

Samrøða verður við Bjørk Kunoy, forkvinnu í Javnstøðunevndini, í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083