Á Breddanum: Verkfallið og útgreining í psykiatriini

Á Breddanum: Verkfallið og útgreining í psykiatriini
Esther Dahl og Beinta Løwe vera í útvarpsstovuni, har tær gera viðmerkingar til verkfallið í Sjúkrahúsverkinum
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum rakar mest sum allar seingardeildir í sjúkrahúsverkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2023 - 09:37

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í Sjúkrahúsverkinum hevur nú vart í eitt gott samdøgur.

Sjey deildir á Landssjúkrahúsinum, tvær á psykriatiska deplinum, ein á Suðuroyar sjúkrahúsi og ein á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru raktar

Undantøk eru kortini givin, at virksemi heldur fram á deildunum, men ytað er munandi skert. 

Vit frætta tað nýggjasta um støðuna frá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum.

Í sendingini fara vit eisini at greina verkfallið saman við Estheri Dahl, sum í gamla starvi sínum sum ráðgevi í Vinnuhúsinum í mong ár var partur av samráðingunum á privata arbeiðsmarknaðinum, og Beintu Løwe, fyrrverandi tingkvinnu.

 

Esther Dahl er fyrrverandi ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

Beinta Løwe er fyrrverandi løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Barna- og ungdómspsykiatri

Børn og ung noyðast at bíða tvey ár at fáa eina útgreining í psykiatriini.

Bíðilisin veksur, og má málið má loysast í felag, segði yvirlækni á Familjudeplinum í farnu viku.

Í dag spyrja vit Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvat verður gjørt til tess at stytta bíðilistan í barna - og ungdómspsykiatriini.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083