Facebook og Instagram umhugsa gjald frá brúkarum í ES-londum

Facebook og Instagram umhugsa gjald frá brúkarum í ES-londum
Uppskotið er aftursvar til nýggju ES-reglurnar, sum áseta, at brúkarin skal geva samtykki til at savna inn dátur
Skulu brúkarar í ES-londum sleppa undan lýsingum á Facebook og Instagram, skulu teir gjalda eitt ávíst gjald í staðin, ætlar Meta.
 
03.10.2023 - 11:13

Fyritøkan Meta, sum eigur Facebook og Instagram, umhugsar at krevja umleið 13 evrur um mánaðin fyri útgávuna av Facebook og Instragam á fartelefonum í ES, sum ikki hava handilslýsingar.

Tað skrivar Wall Street Journal, sum vísir til eitt uppskot, sum Meta hevur sent eftirlitsmyndugleikum í ES. 

Sambært blaðnum, kann hetta koma í gildi um fáa mánaðir.

Gjaldið er galdandi fyri tey, sum ikki loyva Meta at skráseta talgilda virksemið hjá sær, so at Meta kann vísa teimum útvaldar handilslýsingar.

Uppskotið er aftursvar til nýggju ES-reglurnar, sum áseta, at brúkarin skal geva samtykki til at savna inn dátur.

 

ES-dómstólurin sett forboð

Sambært ætlanini, fer tað at kosta umleið 13 evrur um mánaðin fyri at sleppa undan lýsingum á Instagram ella Facebook-kontuni á fartelefon, og umleið 10 evrur á teldu.

Í juli setti ES-dómstólurin Meta forboð fyri at savna inn dátur um brúkararnar við dátum frá uttanhýsis netsíðum.

Fyrr í ár gav dátueftirlitið í Írlandi Meta 390 milliónir evrur í bót fyri brot á persónsverndarlógina hjá ES.

Meta hevði, sambært dátueftirlitinum, á ólógligan hátt tvingað brúkarar at góðtaka lýsingar, sum vóru lagaðar til persónin.

Meta fer framvegis at bjóða ókeypis atgongd til Facebook og Instagram, og tá verður tað við lýsingum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493