18 íbúðir á Toftum til búfelagsskap hjá Almannaverkinum

18 íbúðir á Toftum til búfelagsskap hjá Almannaverkinum
Byggivirkið KBH skal smíða íbúðirnar, sum eftir ætlan verða lidnar í 2025
Íbúðirnar verða eftir ætlan klárar at taka í nýtslu á sumri í 2025.
Mynd: Nes kommuna  
 
03.10.2023 - 15:40

Nú er farið at byggja 18 íbúðir á Kneysum á Toftum. Talan er um búfelagsskap, sum Almannaverkið fer at taka sær av. 

Í fjør gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt grundøki oman fyri kommunuskrivstovuna.

Avtalað var, at Nes kommuna gjørdi grundøkið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum skuldi byggja íbúðir, ið Almannaverkið fer at leiga til fólk, sum eru fevnd av teirra tænastum.

Í summar var sáttmáli gjørdur millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um at byggja íbúðarbygning í trimum hæddum við 18 íbúðum.

Íbúðirnar verða umleið 50 fermetrar Aftrat íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm við meira.

Íbúðirnar verða eftir ætlan klárar at taka í nýtslu á sumri í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525