EYA skal gera verkætlan um røktarheim í Hoyvík

EYA skal gera verkætlan um røktarheim í Hoyvík
Fyritøkan átti eisini vinnandi uppskotið um nýggja røktarheimið á Stórubrekku
Soleiðis fer nýggja røktarheimið í Hoyvík at síggja út.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.10.2023 - 15:07

Sáttmáli varð í morgun undirskrivaður við fyritøkuna EYA og Tórshavnar kommunu, um at gera verkætlan nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík.

Í røktarheiminum verða 64 búpláss til eldri, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri, heimabúgvandi borgarar.

EYA átti vinnandi uppskotið um nýggja røktarheimið, sum var kunngjørt í mars, og nú er klárt er at fara undir arbeiðið at prosjektera bygningin lidnan.

 

Tá skrivað var undir sáttmálan við EYA um at projektera nýggja røktarheimið í Hoyvík. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Røktarheimið verður bygt oman fyri bygningin hjá Føroya Tele, á einum øki, ið er 50.000 fermetrar til víddar. Bygningurin verður umleið 6.700 fermetrar.

Umframt tilboðini til eldru borgararnar, verða stórkøkur, vaskarí, høli til fysioterapi og ergoterapi o.a. í bygninginum.

Sambært tíðarætlanini verður EYA liðugt við projekteringina í september 2024. Síðani verður arbeiðið at byggja røktarheimið boðið út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083