Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar seinnapartin

Virðislønir M.A. Jacobsens handaðar seinnapartin
Kringvarpið sendir beinleiðis, tá Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin kl. 17.
 
05.10.2023 - 09:38

Í dag klokkan 17 verða virðislønir M. A. Jacobsens og barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs latnar á samkomu í Múllers Pakkhúsi. 

Skráin er í stuttum, at kórið Xperiment syngur tveir sangir, Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, bjóðar vælkomin, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar virðislønirnar.

 

Fýra heiðurslønir latast

Fýra heiðurslønir verða latnar. Talan er um M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir, virðisløn fyri fagrar bókmentir og virðisløn fyri mentanaravrik. Síðani verður latin barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Virðisløn verður latin fyri fagurbókmentaligt verk, fyri yrkisbókmentaligt verk, og fyri annað mentanaravrik. Hetta seinasta er t.d. bygdasøgur, endurminningar og verk um myndlist ella tónlist. Tær kunnu eisini latast fólki, sum verður mett at hava avrikað nógv fyri føroyska mentan á móðurmálinum.

Tað er treyt, at virðislønarverdu verkini eru skrivað á føroyskum máli. Hava føroyskir rithøvundar skrivað og givið út á útlendskum máli, eiga tær at verða týddar, áðrenn tær koma til umrøðu í virðislønarnevndini. Virðislønir fyri fagrar bókmentir og yrkisbókmentir kunnu bert latast fyri verk, sum eru útgivin.

 

65. virðislønahandanin

Fyrsta virðislønin varð latin í 1958. Tað var Rithøvundafelagið, sum heitti á Tórshavnar býráð um at stovna eina árliga bókmentavirðisløn. Virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin Mads Andrias Jacobsen, ið m.a. var rithøvundur, lærari, bókavørður og borgarstjóri í Havn.

Fyrstu nógvu árini æt virðislønin Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, og talan var bara um eina virðisløn. Í 1969 varð reglugerðin broytt, soleiðis at 3 virðislønir kundu latast, og navnið varð broytt til Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. 

Ein fimmmannanevnd við umboðum úr býráðnum, Fróðskaparsetrinum og Rithøvundafelagnum gera av, hvør fær virðislønirnar. Nevndin hevur heimild til at lata færri enn tríggjar virðislønir ella at lata onga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337