Seta pakkaboksir upp kring landið

Seta pakkaboksir upp kring landið
Tað skal verða lættari at heinta og senda pakkar, sigur Posta
 
06.10.2023 - 14:53

Nýggjar pakkaboksir eru settar upp kring landið, og í næstum verða enn fleiri at síggja kring landið, sigur Posta í tíðindaskrivi. 

Tey flestu kenna pakkaboksir frá uttanlandsferðum í eitt nú Íslandi, Danmark og øðrum londum, sum gera tað lætt hjá viðskiftafólkum at heinta og senda pakkar. 

- Tað er týdningarmikið at gera tað einfalt og trygt hjá okkara viðskiftafólkum at senda og heinta pakkar. Pakkaboksirnar verða væl staðsettar kring landið, og nógvar verða atkomuligar alt samdøgrið. Í fyrstu atløgu verða pakkar lagdir í pakkaboks, um kundin ikki er inni, tá ið Posta kemur á gátt. Tað ber eisini til t.d. at fáa reseptheilivág lagdan í eina pakkaboks um Vangan, sigur Jógvan Joensen, virkandi stjóri á Posta. 

Tilsamans verða 20 pakkaboksir settar upp kring landið næstu mánaðirnar. 

Tær fyrstu tríggjar pakkaboksirnar eru staðsettar á Posta á Óðinshædd í Havn, hjá Magn í Klaksvík og uttan fyri Tjaldurs apotek í Havn.

Pakkaboksirnar verða klárar at brúka seinni í oktober.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083