Matvøruprísirnir hækka framvegis

Matvøruprísirnir hækka framvegis
Brúkaraprístalið er hækkað 3,7 prosent
Allar matvørur eru dýrkaðar seinasta árið, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.10.2023 - 10:09

Prísirnir á matvørum hækka framvegis, men ikki so nógv, sum teir hava gjørt.

Tað vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya. 

Brúkaraprístalið er hækkað 3,7 prosent.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað er eitt mát fyri inflatión í Føroyum. 

 

Matur og drekka átta prosent dýrari

Størsti prísvøkstur er á mati og drekkivørum. Vøksturin var átta prosent frá august í fjør til august í ár.  

Frá mai til august í ár hækkaðu prísirnir á matvørum 0,4 prosent. 

Príshækkingarnar á matvørum hava ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar í fjør. 

Seinasta árið eru prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt hækkaðir serliga nógv. Grønmeti er vorðið góð 13 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Prísvøksturin á breyði og kornvørum er góð 10 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður sløk 11 prosent. 

 

 

Allar matvørur dýrkaðar

Prísurin á fiski er vorðin góð fýra prosent dýrari seinasta árið. Mjólk, ostur og egg eru dýrkað sløk trý prosent, sumer heldur minni enn rísvøksturin á øðrum matvørum.

Allar matvørur eru dýrkaðar seinasta árið.

Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð sjey prosent. Eisini eru drykkjuvørur vorðnar dýrari.

Prísurin á kaffi, te og kakao seinasta árið er hækkaður meira enn 18 prosent, sigur Hagstovan. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274